FÍUSTOVA
Faroe Islands
UM FÍUSTOVU
Hugnalig og nýumvæld hús til leigu í Suðuroynni, Trongisvági. Húsið hevur 6 seingjarpláss og allar neyðugar hentleikar!
Umhugsar tú at koma suður til Trongisvág at ferðast? Ella skalt tú kanska eitthvørt ørindi í Suðuroynni og má yvirnátta? Jamen so er Fíustova møguliga akkurát ein loysn fyri teg!
Nýumvælda og snotiliga reyða húsið stendur í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum øki við blindan veg og góðum útsýni yvir landslagið og fjørðin.
Stutt er til gongu bæði til handil, bensinstøð, viðarlund, ósan, ítróttarhøll og Ítróttardepilin við Stórá. Eisini er sera gott busssamband.
Tak ein 3D túr í Fíustovu her!
Húsið hevur 6 seingjarpláss umframt eina smábarnaferðasong. Er tørvur fyri meiri soviplássi, finna vit eina loysn fyri hesum.
TÆNASTUR
Grillsmátta
Havi eitt hugnaligt grillkvøld í smáttuni
Ókeypis Wifi
Gott netsamband er við í prísinum
Havi
Hugnaligur havi til spæl og stuttleika
Reingerð
Ikki hugsa um vasking, reingerð taka vit okkum av. Handkløð og seingjarklæðir kunnu eisini bíleggjast
Hitapottur
Hitapotturin er altíð heitur
6 seingjarpláss
Fíustova hevur seks seingjarpláss og pláss er fyri eyka tveimum madrassum.